Teir iðra seg í Suðuroy

FC Suðuroy og NSÍ hava í dag spælt 1-1 í hampuligum líkindum á Vágseiði. Bæði málini vórðu skorað upp á brotsspark. Christian Høgni Jacobsen skoraði fyri NSÍ í 1. hálvleiki, og í síðstu løtu javnaði Jón Krosslá Poulsen við brotssparki.

- Vit høvdu fleiri møguleikar enn NSÍ, og vit kundu havt skorað fleiri mál, men sum tað tørnaði út, so eri eg nøgdur við, at tað hóast alt eydnaðist at javna, sigur FS Suðuroy venjarin Jón Pauli Poulsen.

Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ, iðraði seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku:

- Vit komu á odda í 1. hálvleiki, tá ið vit spældu ímóti, og vit vóru væl skipaðir í 2. hálvleiki. Mær dámar ikki at finnast at dómaranum, men avgerðin at døma fyri brotssparki til teirra, tá ið seks minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, kendist sera bleyt, heldur NSÍ venjarin.

 

 

 

 

 

Pauli Poulsen ikki nøgdur