Teir næstbestu hjá Liverpool spældu seg víðari

Liverpool vann seg í kvøld víðari í EFL-Cup kappingini, tá teir vunnu móti Leeds við einum eykaliðskendum hópi

Tveir dystir hava í kvøld verið leiktir í ensku steypakappingini, EFL-Cup, sum eisini verður rópt League Cup kappingin.

 

Teir báðir dystirnir vóru ávikavist millum Hull og Newcastle, umframt Liverpool og Leeds.

 

Meðan dysturin millum Hull og Newcastle á pappírinum frammanundan var mettur sum ein javnur og opin dystur, var Liverpool ein rímuliga stórur favorittur á heimavølli móti Leeds.

 

Og hóast Liverpool í kvøld stillaði við fleiri eykaleikarum, livdu teir væl og virðiliga upp til vónirnar í heimadystinum móti Leeds. Dysturin endaði við, at Liverpool vann dystin 2-0 við málum frá Divock Origi og Ben Woodburn, sum tó bæði komu seint í dystinum. Fyrra málið kom fyrst tá 76 minuttir vóru leiktir, meðan seinna málið kom tá 80 minuttir vóru leiktir.

 

Í hinum dystinum millum Hull og Newcastle, sum endaði við 0-0 javnleiki var farið út í longda leiktíð. Hon verður framvegis spæld, og støðan í longdu leiktíðini í løtuni er 1-1.

 

Í annaðkvøld vera fleiri aðrir dystir spældir í EFL-Cup kappingini.

 

 

Dystirnir í kvøld:

 

Hull – Newcastle 1-1

Liverpool – Leeds 2-0