Teir reyðu veljararnir vónsviknir

Nógv teir flestu veljararnir hjá teimum donsku stjórnarflokkunum eru missnøgdir við politikkin, sum stjórnin hevur rikið síðani fólkatingsvalið í fjør. Bara ein fimtapartur av veljarunum hjá flokkunum siga, at teir eru nøgdir.

Í einari kanning, sum Rambøll hevur gjørt fyri Jyllands-Postin, siga 71 prosent av teimum, sum valdu stjórnarflokkarnar, at stjórnin hevur ikki rikið tann politikk, sum flokkarnir søgdu undan valinum, at teir fóru at reka. Av teimum, sum valdu Sosialdemokratarnar, eru bara 21 prosent nøgd við avrikini hjá stjórnini.

Sama kanning vísir, at bara 29 prosent vilja hava Helle Thorning-Schmidt at halda fram sum forsætisráðharri. 53 prosent vilja heldur hava Lars Løkke Rasmussen aftur í forsætismálaráðið.

Seinasta mánadag vísti ein meiningakanning, at Sosialdemokratarnir høvdu fingið 19,2 prosent av atkvøðunum, um fólkatingsval hevði verið nú. Eitt tílíkt úrslit hevði gjørt, at flokkurin hevði mist 10 av sínum fólkatingslimum.