Nú ríða Vestmenn aftur.
Í morgin kemur fløga út við best umtókta føroyska countrybólkinum nakrantíð. Talan er ikki um nýggjar sangir, men hinvegin um ein endurútgávu av plátuni Brot.
Vestmenn góvu sína fyrstu plátu út í 1983, og tað eru sangirnir av hesi plátuni, sum nú verða digitaliseraðir og útgivnir á fløgu. Millum teir kendastu sangirnar, sum eru við á Brot, eru Eg siti so eina, Ró og Mathilda.
Hesir sangir gjørdu fyrstu plátuna hjá Vestmonnum so væl umtókta, at eini 5000 eintøk av platuni fóru um handilsdiskarnar kring landið. Hetta ger plátuna til eina tað mest seldu í Føroyum nakrantíð.
Tvey eykaløg
Á fløguni Brot, sum kemur út í morgin, eru tvey eykaløg við.
Talan er um Gestur og stóra hittið, Leygarkvøld í Havn, sum eru at finna á útgávuni Kanska ein dag.
Vestmenn eru Ólavur Højgaard, Martin Joensen og Niels Olsen. Men umframt teir spæla eisini Jógvan í Toftum Olsen, Bogi Olsen, Jórun Højgaard, Rúna á Heygum, Ólavur Øster, Johannes á Rógvu Joensen og Milson Zachariasen við á Brot.
Fløgan endurgevur tónleikin sum hann upprunaliga var á plátunum, men kortini uttan skøvur og skursl.
HCW Tórgarð gevur fløguna út og hon verður at fáa kring landið leygardagin.