Fiskivinna
Sørvági:Tað var umbýti á bryggjuni í Sørvági seinnapartin týsdagin. Reiðaríið hjá Vesturvón tók í móti partrolarunum Stjørnuni og Polarhavi frá reiðarínum hjá Osmundi Justinussen í Leirvík. Sum part av keypinum fóru teir í Leirvík avstað aftur við Akraborg og Varðborg frá sørvingunum.
Nú Polarhav og Stjørnan eru keyptir til Sørvágs, hava teir eisini skift navn. Báðir hava fingið gomul sørvágsnøvn. Polarhav eitur nú Vestursøki, og Stjørnan eitur Vesturleiki.
Tað er væl av fólki á bryggjuni í Sørvági. Slotandi út efir firðinum standa tey. Summi sita í fjálga bilinum, meðan flestu kortini standa uttan fyri. Práta. Um fiskiskap, veður og vind, og ikki minst um tað, tey eru komin til. Teir báðar trolararnar, sum reiðaríið hjá Vesturvón hevur keypt úr Leirvík. Polarhav og Stjørnuna, sum nú eita Vestursøki og Vesturleiki. Tað tykjast sørvingar vera nøgdir við, tí hetta eru nøvn, teir kenna aftur.
Inni á skrivstovuni hjá Vesturvón er ikki minni góður hýrur. Borðreitt er við smurdum breyði og onkrum leskandi afturvið. Fólk eru kát og tað legst til alla tíðina.
Høvuðspersónarnir, um vit kunnu siga so, keypari og seljari, ganga íkring og heilsa upp á fólk, sum støkka inn á gólvið. Og onkur gongur í heilum og tosar í fartelefon, hóast hoyrilíkindini eru sera vánalig her úti.
Býtishandil
Reiðaríið hjá Vesturvón átti fimm skip, áðrenn hesir báðir seinastu trolararnir vórðu keyptir úr Leirvík. Flaggskipið Vesturvón, og so tvey ísfiskapør, Akranes og Dragasund, eins og Akraborg og Varðborg.
Nú Vesturleiki og Vestursøki koma í flotan hjá Vesturvón, verða teir »býttir um« við Akraborg og Varðborg. Soleiðis at skilja, at hesir báðir ganga inn í handilin og flyta til Leirvíkar. Hvat annars er við í handlinum av pengum, vilja hvørki keypari ella seljari siga nakað um.
Ólavur Petersen, reiðari í á Vesturvón, sigur, at manningarnar fylgja við øllum fýra skipunum. Báðar vegir.
Vesturleiki og Vestursøki koma bara til Sørvágs at vísast fram og taka ís. So verður farið avstað aftur beinanveg í somu vinnu, sum teir hava verið. Tað vil siga til vanliga ísfiskavinnu undir Føroyum. Og tá tann tíð kemur, fara teir eisini at fiska gulllaks, sum teir áður hava gjørt.
Tað er ikki tað, at teir ræðast fyri, at tað ikki skal bera til við Vesturvón, at teir nú eru farnir at leggja seg eftir ísfiskatrolarum undir Føroyum, sigur Ólavur Petersen. Men gott er altíð at hava fleiri bein at standa á, heldur hann.
Tað hevur gingið væl hjá teimum báðum pørunum, sum teir eiga frammanundan, og teir hildu tað vera skilagott at endurnýggja, so tað gamla parið, borgirnar báðar, verða nú skiftar út.
Ólavur Petersen sigur, at í fjør fiskaðu Akranes og Dragasund fyri góðar 25 milliónir krónur, og Akraborg og Varðborg fyri góðar 16 milliónir. Stjørnan og Polarhav lógu upp aftur nakað væl hægri, veit hann at siga. Einar 36 milliónir ella so.
Byggja nýtt
Reiðaríið hjá Stjørnuni og Polarhavi fer at byggja tvey nýggj skip, sigur Osmundur Justinussen, reiðari. Hóast hesi bæði skipini nú eru seld, er kortini eingin byggisáttmáli undirskrivaður. Men samráðingar eru í gongd ymsar vegir. Einar tríggjar skipasmiðjur eru inni í myndini, sigur hann.
Teir nýggju trolararnir, sum smíðaðir verða, fara at líkjast hesum báðum, sum nú eru seldir til Sørvágs, sigur Osmundur Justinussen. Hann sigur, at roknast skal við, at tað ganga 14 mánaðar, frá tí sáttmáli er undirkrivaður, til skipini kunnu vera klár. Ta tíðina, ella í hvussu er part av henni, fara Akraborg og Varðborg so at fiska upp á loyvini hjá Stjørnuni og Polarhavi. Tá so nýggju skipini koma, fáa tey hesi loyvini umframt eitt triðja, sum er tað hjá Brillant, sum reiðaríið eisini eigur, sigur hann.
Osmundur Justinussen sigur, at grundin til at selt verður nú, áðrenn nakað annað er undirskrivað, er tann, at nú var boðið her, og keypararnir vildu fegnir hava skipini beinanveg.
Strekkja bryggjuna
Fólk er á gongd eftir bryggjuni. Skipini koma inn eftir firðinum. Vesturleiki undan. Hann leggur inn fyri bryggjuna og melur so eftir gomlum siði tríggjar ferðir við sólini, áðrenn lagt verður at framman fyri Akranesi og aftan fyri Akraborg, sum liggur innanvert ísvirkið og landar upsa.
Ólavur Petersen stendur á bryggjukantinum og tekur í móti og ynskir teimum vælkomnum. Bundið verður, meðan Vestursøki, sum hevur ligið á firðinum og snarað við sólini, leggur at aftanfyri. Landgongir verða gjørdar tilreiðar, og fólk fer umborð a forvitnast.
Tað liggja nú fimm skip við brygjgun í Sørvági samstundis. Vesturvón varðar - so ella so - av teimum øllum, hóast Akraborg júst er seld øðrum.
Fólk eru til arbeiðis á saltfiskavirkinum, og inni á fiskamóttøkuni arbeiða teir av allari makt við at fáa fiskin frá Akraborg til høldar.
Tað er liviligt á havnarlagnum í Sørvági, og borgarstjórin, sum komin er at taka í móti nýggju skipunum, stendur við einum saligum smíli og er væl nøgdur við gongdina.