Teir vaska hendur

Føroya Arbeiðsgevarafelag langar í skrivi út eftir poltiikarum og øðrum, sum leggja leiðsluna í Føroya Fiskavirking undir at hava skuldina av vánaligu gongdini í Suðuroy. Teir vaska egnar hendur, sigur stjórin í Vinnuhúsinum

Politikarar í Suðuroy vaska hendur saman við øðrum, sum áttu, men ikki megna at gera nakað álvarsligt við vinnuligu støðuna í oynni. Tað er ov langt úti baraat leggja alla ábyrgd á leiðsluni í Føroya Fiskavirking og Framtaksgrunninum, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Í skrivi á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum finst stjórin harðliga at teimum, sum tykjast halda fremstu loysnina upp á trupulleikarnar i Suðuroy vera, at leiðslan í Føroya Fiskavirking og Framtaksgrunninum legjga fá sær.
?Tað er bara tekin um ómegd at halda, at tað er tað einasta, sum skal bjarga vinnuni í oynni, heldur Jan Mortensen.
Hann vísir á, at her er talan um ein heilan landspart, sum er í kreppu, og tað má loysast frá grundini av og ikki bara við at hunddálka eina virkisleiðslu.
Jan Mortensen vísir á, at eitt, sum kundi hjálpt væl upp á støðuna, var um undistøðukervið, infrastrukturin, varð betraður. Betri ferðasamband við meginøkið hevði hjálpt munandi hjá virkjunum í Suðuroy. Bæði tá talan er um at fáa rávøru til og lidna vøru frá virkjunum. Men trupulleikin er so stórur og stingur so djúpt, at tað skal heilt nógv meira til enn tað, sum vit higartil hava verið vitni til, at fáa bjarga økinum, sigur sjórin í Vinnuhsuinum.
Hann heldur tað vera heilt forkastiligt, at leiðslan í Føroya Fiskavirking skal vera gjørd til syndabukk, bara tí leiðslan hevur gjørt tað, hon er sett til. Nevniliga at reka fyritøkuna soleiðis, at hon vinnur pengar.Tað er ikki uppgávan há eini einstakari virkisleiðslu at halda lív í einum heilum landsluti. Tað hava vit politikarar til. Men teir hava ikki greitt sínar skyldur, og tí er tað forkastiligt, at teir nú leggjast eftir leiðsluni í Føroya Fiskavirking og Framtaksgrunninum og vilja hava tær avhøvdaðar, sum um tað var loysnin upp á allar heimsins trupulleikar.
Tað eru so nógvir faktorar, sum hava gjørt sítt til, at tað endaði, sum tað gjørdi. Eitt nú, at fiskavirkini í Suðuroy vóru rímiliga spesialiserað. Til dømis hevði okkurt teirra lagt seg eftir at arbeiða feskan kongafisk mestsum burturav. Og tað var ikki gott, tá djúpvatantrolararnir fingu kvotur, vísir Jan Mortensen á.
? Tað er trupult at finna eina endaliga loysn á støðuni, men tað skal nógv meira til enn bara avhøvding av tveimum nevndum, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.