Teistatáttur

   

 

Í nýtjanhundrað og nítiní

Tann øldin í gott var at liva

Um Sandoyarferju byrjaði stríð

Tó sáttmála mundu teir skrivað

at byggja í Føroyum bar ikki til

Men vit royna Polen har er betur skil


Niðurlag:

Alt í Sandoynni vakurt er og gott

Kemur ikki við í hendan tátt


Í tveytúsund kjølurin strektur bleiv

í Polen á skipaskiðju

Men har sást alt ganga eftir reyv

Tað leið ikki um eina fliðu

Polakkarnir fingu ei liðugt tað far

Seks mánaðir skrokkurin seinkaður varð


Tá skrokkurin togaður bleiv her heim

tá barst tað soleiðis íbandi

At veðrið ei bleiv til gleði og gleim

Men lagt bleiv í Danmark at landi

Av onkrum bleiv hetta her soleiðis týtt

At Nyrup slapp fram gandakynstur sítt


Men loysið tit landsins kosnu menn

Sum skip byggja í øðrum londum

Tit vita her heima finnast nú enn

skipsbyggjarar á Føroyastrondum

í Føroyum fekk Teistin so mangan ein klikk

Og tíðin hon helt við ein punkt og prikk


Nú tíðin hon gongur og liðugt bleiv far

og alt eftir vild seg lagar

tá strandferðslan bjóðar nógv fólk hjá sær

Teir ballast í fleiri dagar

Av sonnum alt hetta her gekk so væl

Um Skopunarfjørðin nú siglast skal


Av Tjaldrinum hoyrdist tá øðiligt róp

Og tað var hann Ellintur stóri

Tit halda tit ganga her og sláa kóp

Hann brølar sum kálvur í flóri

Sín stóra neva í borði slær

Alt mítt skal á pláss tað sigi eg tær


Men Karsten hann svarar við lív og sál

Hann vil ei av Ellinti lærast

Tú veit væl eg umsiti fíggjarmál

Og her skal hvør króna sparast

Tú kann saktans verða so tvørur tú vil

Og Teistin bleiv lagdur det er eitt skil


Í tríggjar mánaðir lá Teistin við kai

Og samráðst bleiv í Tinganesi

Øll uppskot tey blivu svarað við nei

og so bleiv runnið á v.c.

Og so gekk tíðin við klandur og stríð

Dett er ein verð vit liva í


Á Reynatúgvu í bønum hjá sær

so øgiligt Páll mann renna

Hann gongur og jagstrar har eina ær

Tá froysur hann út úr at flenna

Hann ærina fekk við eitt øgiligt knoss

Nú seti eg Ellint og Karsten á pláss


Men Páll hann fer í tí sáligu stund

og ringjur til hesar jassar

Hann bjóðar teimum til Sands á fund

Og »ja« søgdu hesir knassar

Ja hetta her hendi ein summardag

So var hesin fundurin fingin í lag


So sessast teir allir við fundarbroð

Og Páll sigur hoyri tit seru

Nú skulu tit lýða á míni orð

So treiskur vit sandingar eru

Tit sleppa ei aftur av hesari oyggj

Fyrrenn Teistin hann flytur bæði mann og moyggj


Í tríati seks tímar sótu teir har

Og har økst so orð av orði

Teir nærkast at enda har meir og meir

Og síðan fekst semja við borði

Um Skopunarfjrøð er nú prýðiligt far

Vit ynskja at harrin hann fylgir tær


Niðurlag:

Alt í Sanoynni vakurt er og gott

Kemur ikki við í henda tátt


??????????????????????

Loysunnardagin 5/7 2001

Sólvit Simonsen