Teistin og Hestoyggin

Á valfundi í Meginskúlanum, var spurningur settur um Teistin skuldi sigla út í Hest, men ógjørligt var at svara hesum spurningi, við teirri tíð sum okkum var givin.

Tá ið eg nevndi, at siglast skuldi pendul millum gomlurætt, Hest og Skopun, so meinti eg sjálvandi við, at siglast skuldi við tveimum skipum á hesi farleið.

Nýtt skip til Nólsoynna, tvey skip til Sandoyarleiðina.
Um nólsingar fingu nýtt skip, at sigla á teirra farleið, so kundi Ternan verði frígivin til at røkja sandoyarleiðina, saman við Teistanum.

Hesin leistur var nýttur til Váganar og Noroyggjar. Í tíðini áðrinn tunnlarnir stóðu lidnir, sigldu tvey skip pendul á hesum farleiðum. Sjálvsagt skal hesin leistur eisni verða nýttur á Sandoyarleiðini (við Hestoynni, sum ein náttúrligur partur av hesi leið).

So nú fekk eg sagt tað sum eg ætlaði.

Við javnaðarkvøðu,