Ætlanin var, at Teistin skuldi aftur í sigling um Skopunarfjørð seinni í kvøld longu.
Skaðin, sum skipið fekk, tá tað sigldi á land við Gomlurætt, er umvældur á Mest og seinnapartin skuldu Teistin gera eina royndarsigling, áðrenn hann varð settur í vanliga rutu aftur.
Sum skilst, so gekk royndarsiglingin ikki eftir ætlan, og tí verður Teistin ikki settur í regluliga sigling um Skopunarfjørð aftur fyrr enn í fyrsta lagi í næstu viku.
- Vit mangla enn onkran eykalut, sum vit nú royna at fáa fatur á. Vónandi eydnast tað, so at hann er her sunnukvøldið, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.
Ternan heldur tí á við at røkja Sandsleiðina, inntil Teistin er liðugt umvældur.