Teit er aftur illa skaddur

Framrættaði HB spælarin var um at vera fullførur at spæla, tá ið hann fyrr í vikuni fyri triðju ferð varð illa skaddur í knænum

Í dag spældu HB og TB vinardyst á Tórsvølli. HB vann 1-0, og Adrian Justinussen skoraði málið við síðsta sparkinum í fyrra hálvleiki.

Stóra søgan í Gundadali ídag, um tað ber til at siga tað soleiðis, var, at nú er framrættaði HB spælarin Teit Jacobsen enn einaferð illa skaddur í knænum.

Hann varð illa skaddur undir venjing fyrr í vikuni, og talan er um so mikið meinan skaða, at Teit neyvan fer at eiga nakran leiklut á vøllinum fyrr enn í fyrsta lagi einaferð í heyst.

-Hetta kennist ógvuliga tungt, tí eftir langan skaðasteðg var eg so tætt við at vera førur fyri at spæla. Henda dagin tosaði eg við teir, sum hava við tað heilsuliga at gera, og teir mettu, at eg fór at verða førur fyri at luttaka í dystum um tríggjar vikur. Og so endaði venjingin við, at eg varð illa skaddur í knænum. Vit vóru fýra, sum vandu saman, og eg var púra einsamallur, tá ið eg varð skaddur, greiðir Teit Jacobsen frá.

Seinastu árini hevur Teit Jacobsen verið nógvar mánaðir burtur frá fótbólti, tí hann hevur slitið krossbandið – tvær ferðir. Tá var hann sáttmálabundin í SønderjyskE. Hvørki teir í superligufelagnum ella nakar annar ivast í evnunum, men skaðarnir vóru orsøk til, at 22 ára gamli Teit Jacosben ongantíð av álvara fótaði sær í Danmark.

Í januar í ár flutti hann aftur til HB, har hann av álvara var við at koma fyri seg. Men nú verður hann burtur frá fótbólti í 4 – 6 mánaðir.

-Hesa ferð var tað ikki krossbandið. Tað var meniskurin, sum flutti seg burtur frá, har hann eigur at vera. Tað bar yvirhøvur ikki til at flyta beinið, og pínan var øgilig. Tað vísti seg at vera neyðugt við skurðviðgerð mest sum beinanvegin, sigur Teit Jacobsen.

Ætlar tú tær enn einaferð at fara undir endurvenjing?

-Heilt víst. Nú havi eg vant eftir álvarsligar skaðar í tvey ár tilsaman. So eg veit, hvat tað snýr seg um, og eg havi hug og kenni meg hava yvirskot til enn einaferð at fara undir sovorna venjing, sigur dámligi og skilagóði og í fótbóltshøpi serliga óhepni HB spælarin Teit Jacobsen.