Teitur bergtók á Amager

Útvið 1000 fólk upplivdu eina bergtakandi framførslu av Teiti fríggjakvøldið í Amager Bio, ein konsert, ið enn einaferð vísti støðuna hjá Teiti sum stjørna í Danmark.


Konsert
 
Seinastu vikurnar hevur Teitur verið sera nógv í donsku miðlunum, ummælini av nýggju fløguni hava verið sera góð, og hetta hevur eisini víst seg  aftur á hittlistunum, har Stay Under The Stars hevur ligið í topp 10. hesa vikuna er Louis Louis millum eykaløgini á Tjecklistanum hjá donsku útvarpsstøðini P3.
Tí var tað ikki heilt óvæntað, at Teitur megnaði at fylla stóra konserthølið í Amager Bio. Nógvir av áhoyrarunum vóru føroyingar, men ein stórur meiriluti var danir. Tilsamans upplivdu útvið 1000 áskoðarar konsertina.
Júst afturkomin av konsertferð í Svøríki, spældi Teitur eina inniliga konsert. Hann og bólkurin borðreiddu við nógvum nýggjum tilfari av Stay Under The Stars, men pláss var eisini fyri nøkrum gomlum slagarum, og enntá einum føroyskum lagi, tí heldur margháttliga Elvis vaskaði Mariusa klæðir, umframt undirfulla lagið Guilt by association, ið av onkrari orsøk ikki er sloppið við á Stay Under The Stars.
Konsertin var sera væleydnað. Tað hoyrist, at tónleikararnir kenna hvør annan og eru farnir at virka nógv meira sum ein bólkur enn sum ein solistur við einum orkestri aftan fyri seg. Teitur var sjálvur í sera góðum formi, hann sang frálíkt, ja, betur enn vanligt, og so var tað gittarspæli. Teitur var óvanliga virkin og fríur á gittaranum, soloirnar vóru frekari og framførslan lýsti av yvirskoti. Ein av høvuðsorsøkunum til hetta var fiólleikarin Andreas Birch. Umframt at lyfta alla ljóðmyndina, tekur fiólin nakrar av teimum leiklutunum, ið fyrr bundu gittaran. Teitur hevur fortíð sum gittarleikari í ymiskum bólkum, áðrenn hann byrjaði at syngja í Mark No Limits. Hetta kom til sjóndar á konsertini, hann hevur ein lítlan sologittarleikara í búkinum, og fríggjakvøldið slapp hesin út.
Teitur dugdi væl at undirhalda millum løgini við smáum søgum frá konsertferðini, og um løgini og umstøður kring tey.
Konsertin bleiv rættiliga nógv órógva av druknum fólki og málageipan, serliga gekk hetta útyvir friðarligu løgini. Barrin er í hølinum beint við síðuna av konsertsalinum, og sum ofta er fríggjakvøld, so eru fólk móð og gerast skjótt drukkin, úrslitið var sera nógvur larmur úr barrhølinum, ið veruliga órógvaði konsertina. Men tá tú leitaði tær longur fram í salin, druknaði larmurin í tónleikinum.