Teitur í bestu senditíð

Teitur spældi í íslendskum sjónvarpi leygarkvøldið, hetta var í sendingini Kastljós í bestu senditíð beint eftir tíðindasendingina.

Kastljós varð endursend leygardagin, so íslendingar høvur ríkan møguleika at uppliva Teit.. Ið vitjar Ísland á fyrsta sinni í hesum døgum. Hann spældi leygarkvøldið saman við øðrum føroyskum tónleikarumí Nasa í sambandi við AME-Reykjavík.
Men restin av heiminum sleppur eisini at uppliva Teit spæla Louis Louis. Á heimasíðuni hjá Kastljós á síðu Ríkisútvarpsins liggur upptøkan við lagnum hjá Teiti. Hon kann upplivast við at fara inn á www.ruv.is/kastljos og velja sendingina 30. mars.
Í sendingini var eisini møguleiki at síggja brot úr nýggja sjónbandalagnm hjá íslendsku Eurovision divaini Sylviu Nátt