Teitur í Go? morgen Danmark

Hóskvøldið spældi Teitur eina sera væleydnaða konsert í Aarhus fyri næstan 800 fólkum. Í kvøld fer hann á pallin í Vega í Keypmannahavn og forsølan av atgongumerkjum gongur sambært fyrireikarunum framúr væl.

Í sambandi við hesar konsertir varð Teitur boðin at spæla í vælumtóktu sjónvarpssendingini Go? morgen Danmark á TV2. Hóast Teitur neyvan kann hava sovið nógvar tímar, tá hann fór á pallin beinleiðis í sjónvarpi klokkan 7.00 fríggjamorgunin, so ljóðaði hann sera væluplagdur.

Teitur spældi frálíku løgini "Sleeping with the lights on" og "I was just thinking" av fløguni Poetry and Aeroplanes, og lítil ivi er um at henda framførðsla var góð reklama fyri stóru konsertina í Vega.