Sing to be loved er heitið á konsert við Teitur og Tarira í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið kl. 19.30 Tað er tónaskaldið Tróndur Bogason, sum er upprunin til hetta samstarvið millum Teitur og kórið Tarira, undir leiðslu av Sunleif Rasmussen.
Tróndur skrivaði nevnliga kórútseting til sangin ?All my mistakes?, sum Teitur gav út á Dalai Lama fløguni ?Songs for Tibet?,
og har kvinnurnar í Tarira framføra saman við Teitur og bassleikaranum Mikael Blak. Hesin sangur verður framførdur leygarkvøldið.
Tróndur er eisini upprunin til fleiri aðrar útsetingar á skránni leygarkvøldið,
Harumframt hevur Sunleif Rasmussen eisini skrivað tvær nýggjar útsetingar til sangirnar Josephine og The Singer.
Teitur fer eisini at framføra nøkur av sínum løgum solo.
Fyrireikararnir siga, at skráin er fjølbroytt og fevnir um alt frá tí heilt intima til tað heilt svaka; frá tí sera vakra til tað sera løgna.
Atgongumerkir fáast á heimasíðuni www.nlh.fo og í Kunningarstovunum.