Ummælini av nýggju útgávuni hjá Teiti Lassen í Bretlandi eru sera góð, og stórar útvarpsstøðir sum BBC og Virgin spæla tónleik hjá føroyska sangaranum Mánadagin kom fløgan hjá Teiti Lassen út í talgiltum hami, og 1. mars verður fløgan at fáa í bretsku sølubúðunum.
Sangurin Catherine The Waitress skal slóða fyri útgávuni, og sangurin verður í hesum døgum spældur á útvarpsstøðum sum BBC2, Virgin, XFM og Absolute Radio.
Og eisini stóru bløðini og tíðarritini hava fingið oyra á Teit Lassen, og har eru ummælini heilt góð.
Ummælarin hjá virda tónleika-tíðarritinum NME gevur nýggju bretsku útgávuni hjá Teiti Lassen gott skoðsmál.
Ummælarin heldur, at Teitur hevur eitt stórt talent, og hansara søgur, sum hann hevur tikið við sær úr Føroyum, eru hugtakandi.
- Teitur hevur tikið vakurleika og hugtunga lagið við sær úr Føroyum, heldur ummælarin, sum gevur The Singer skoðsmál 8 á einum 10-skala.
The Independent ger eisini nógv burtur úr útgávuni hjá Teiti, og hevur The Singer sum Album Of The Week. Eisini har er ummæli gott, og Teitur Lassen fær 5 av 6 stjørnum fyri útgávuna.
Teitur Lassen hevur havt onkrar live-framførslur á BBC og Virgin í sambandi við útgávuna, og Teitur skal eisini á konsertferð í Bretlandi.