Teitur úr USA til Europa

Seinastu tvær vikurnar hevur Teitur Lassen havt framførslur í stórbýum í USA, men næstu vikurnar verður hann at hoyra á spælistøðum kring Europa.

 

Teitur hevði sína seinastu framførslu á sínu USA-ferð í gjárkvøldið, tá ið hann spældi í Mountain View. Á ferðini hevur hann eisini havt framførslur í eitt nú Washington DC, New York, Nashville, Chicago og Los Angeles.

 

Frá 28. september og tvær vikur fram fer Teitur at spæla ymsastaðni í Danmark. Teitur verður at hoyra í millum annað Aarhus, Odense, Esbjerg og Randers.

 

Teitur ger eisini eitt svipp til Stockholm at spæla, áðrenn leiðin seinni í oktober mánaði gongur til Spania, Belgia og Týskland at hava konsertir.