Hesa vikuna hevur okkara egni Teitur valt listan við tí, ið hann heldur vera mest spennandi tónleikin í Norðurlondum í løtuni.
Teitur sigur í samrøðu við heimasíðuna hjá Nordic Playlist, at hann hevur valt tónleik, hjá tónleikarum, ið hann kennur, og hevur valt nýggj løg hjá teimum.
Hann sigur, at hann ikki fylgir so væl við, hvat hendur á hittlistunum, men lurtar eftir fólki, ið hann kennur ella fær viðmælt.
Ikki færri enn tvey føroysk løg eru sloppin við á listan, eitt við Allan Tausen og eitt við Hamferð.
Listin hesa vikuna er eitt áhugavert bland av nýggjum og eldri tónleiki, ið Jonas Bjerre hevur sterkar kenslur fyri.
Lacrimosa - Bent Sørensen, Ars Nova Copenhagen, Paul Hillier [DEN]
Room - Nive Nielsen & The Deer Children [GR]
The Mega Song - Mads Björn [DEN]
Við teimum kvirru - gráu Hamferð [ICE]
Unknown - Allan Tausen [FO/GR]
Big Reveal - Valgeir Sigurðsson [ICE]
Halo - Ane Brun [NOR], Linnea Olsen [SWE]
La Prima Estate - Erlend Øye [NOR]
Lost Landscapes: I. Tanglewood - Einojuhani Rautavaara, Pekka Kuusisto, Paavali Jumppanen [FIN]
Orfeus og evridís - Ólöf Arnalds [ICE]
Jag är på väg till dig - Tomas Andersson Wij [SWE]
Nordic Playlist, nýggjasta átakið fyri útbreiðsluna av norðurlendskum tónleiki. Hesin listi verður marknaðarførdur við tí í huga, at tey, ið elska tónleik lætt skulu fáa atgongd til nýggjan norðurlendskan tónleik.
Skipanin er einføld at brúka og sameind við streamingtænasturnar Spotify, Wimp og Deezer, so tú bert trýstir á play, velur streamningtænastu og so hoyrir tú listan. Á streamingtænastunum kanst tú eisini melda teg beinleiðis til playlistarnar og fáa boð hvørja viku um nýggjasta listan.