Tann 25. mai 2022 fall dómur í málinum, har Teitur Skoubo var ákærdur fyri neyðtøku. Teitur Skoubo varð í býarrættinum dømdur 2,5 ára fongsulsrevsing. Advokaturin hjá Teiti, Rasmus Sølberg, kærdi dómin á staðnum.
Síðani dómin tann 25. mai hevur Teitur fingið nýggjan advokat. Nýggi Advokaturin, Nikolaj Bjerg, ivast ikki í at 27 ára gamli føroyingurin er ósekur.
- Sjálvsagt eri eg ósamdur í niðurstøðuni hjá býarrættinum, tá eg eri av tí greiðu áskoðan, at hann er ósekur, sigur Nikolaj við Realityportalen.
Hóast har ikki eru nýggj prógv í málinum, so metir nýggi advokaturin hjá Teiti, at har eru fleiri viðurskifti, ið skulu viðgerðast øðrvísi í komandi rættarmálinum.
- Har eru so at siga tey somu prógvini, sum vóru atkomulig tá málið var fyri í býarrættinum, ið fara at verða brúkt í viðgerðini í landsrættinum. Tað er mín fatan, at har eru fleiri viðurskifti, ið tey ikki viðgjørdu nóg væl tá málið var í býarrættinum, forklárar Nikolaj Bjerg.
- Av somu orsøk fari eg at krevja, at Teitur skal fríkennast í landsrættinum, sigur Nikolaj avgjørdur.