Teitur spælir nýggjar tónar

Forkunnugt tónleikatiltak verður í Sirkus í Vágsbotni í Havn í kvøld. Teitur Lassen fer at framføra nakað sínum nýggja tilfari. Sambært mess.fo hevur Teitur Lassen arbeitt við eini nýggjari fløgu í tvey ár, og fer hann at spæla løg av hesi fløguni í kvøld.

- Tað verður bara púra róligt. Eg veit ikki um mann kann kalla tað eina konsert, men eg fari at sita á loftinum í Sirkus og spæla klaver og syngja, sigur Teitur Lassen við mess.fo.

 

Í samband við fløguútgávuna, sum verður í oktober, skal Teitur Lassen spæla í operahúsinum í Oslo í Noregi um nakrar dagar. Tí er tað, at hann fer at vita hvussu nýggja tilfarið riggar í Sirkus í annaðkvøld.

 

Teitur hevur givið fløgurnar Sólin og regnið, Poetry & Airplanes, Stay Under The Stars, Káta Hornið og The Singer út. Við mess.fo sigur Teitur, at nýggja fløgan er ein blanding av øllum fløgunum og tó nakað heilt nýtt.