Leygarkvøldið 21. desember spælir Teitur sitikonsert í Spaniastovu í Klaksvík. Har høvi er at hoyra løg av nýggju fløguni Story Music, umframt onnur útvald løg.
Teitur spælir einsamallur á konsertini, og plaga hansara solokonsertir at vera hugnaligar og nærverandi.
Í og við, at konsertin er beint uppundur jól, má hetta roknast sum eitt slag av jólakonsert, og Teitur er við árunum vorðin kendur fyri at hava frálíkar jólakonsertir, eitt nú á støðum sum í Vega og í Østrøm í Havn.
Teitur hevur røtur í Klaksvík, og hevur javnan vitja aftur í heimbýnum hjá pápa sínum. Hetta verður tó fyrstu ferð, at klaksvíkingar fáa høvið at fara á jólakonsert við Teiti í Klaksvík.
Konsertin er í Spaniastovu kl. 22 leygarkvøldið.