Teitur: The Singer

??????

 

 

 

Eg dyrki tað, at Teitur altíð er so ókommersiellur. Øll ljóðini eru so lítið mainstream, sum tey kunnu vera. Hann brúkar lekrar blásarar og rútmur, og kórrødd­irnar eru altíð ógvuliga vanligar og óreyputar. Tað er verri enn so positivt hjá øllum. Hjá mongum blívur tað oftast bara pátikið ella irriterandi, tá tú hoyrir, at við­komandi artistur roynir at gera sín tónleik meira artsy fartsy, enn persónurin annars sjálvur er. Men hjá Teiti er tað eitt stórt pluss, at hann altíð er so nógv sín egin. Tað ger hann á ein ella annan hátt ræðuliga kul.

Tá tú lurtar eftir fløgunum hjá Teiti, merkir tú, hvussu hann knoklar ógvusligt við hvørjari av teimum; við at gera júst tað, ið hann vil, og at gera tað allan vegin ígjøgnum. Og »The Singer« er einki undantak. Løg­ini á hesari fløguni eru góð og jarðbundin, sum løgini hjá Teiti altíð eru. Tey eru spennandi, ævintýrakend og sprenfull av kreativiteti. M.a løg sum »The Singer« og »Guilt by assosia­tion« eru baserað á hugtakandi søgur, endurgivnar við Teitursa vælvaldu orðum. Og tað ger bara støðuna betri, at Teitur er ein so góður søguforteljari, og at røddin er so vøkur og kensluborin.

Tekstirnir eru betri enn nakrantíð. Tú verður við hvørjum lagi borin ígjøgnum eina hending, kenslu ella ávísa støðu. Arrangementini eru harafturat ógvuliga væl gjørd, soleiðis at ein bert kann fylgja spentur við, so hvørt sum sekundini í hvørjum lagi fara framvið. T.d »The Girl I Don’t Know« og »Catherine The Waitress« eru einki minni enn fantastisk. »Letter From Alex« og »Start Wasting My Time« eru tvey heilt merkverdugt løg við sýrutum fløjtubrotum, blásararútmum og skiftum í. Men eisini hesi hava ein hugtakandi samleika, ið dregur.

Hetta er besta útgávan hjá Teiti higartil; er tann fløgan, ið hevur givið mær mest av upplivingum bæði kensluliga og tónlistarliga. Hetta er ein fløga, ið eg meti, at øll tónleikaáhugað fara at hava í fløgusavninum hjá sær um eitt ár ella tvey. Ein fløga, ið ein altíð fer at minnast sum hana, ið var síðsti brikkurin, ið skuldi til í skapanini av sjálvstøðuga og framskygda image’ið Teiturs. Tað, sum kemur úr hansara hondum frá nú av, verður bara meira vælsmakkandi sukur omaná eina fullkomna kaku við róma.