Tað verður eitt serstakt og forkunnugt tiltak í næstum í Keypmannahavn, har matur, tónleikur og livandi myndir mynda kvøldið.
Tað er felagið Makropol, sum 8. mai skipar fyri nýggja tiltakinum Menegerie. Tað verður í LiteraturHaus í Keypmannahavn, og er tað fyrstu ferð, at hetta tiltakið verður hildið. Her verður matur, tónleikur og livandi myndir á skránni, og tiltakið verður býtt í tríggjar partar, sum varða alt kvøldið. Endamálið er, at partarnir kunnu geva hyggjarunum eina nýggja og øðrvísi uppliving, skrivar Gaffa í dag.
Fyrsti partur inniheldur eina sýning av dokumentarinum "Dicte", og huglagið frá filminum fer beinleiðis yvir í eina konsert við sangaranum Valdemar Have.
Næsti partur inniheldur eina konsert frá Teiti Lassen, sum skal framføra tónleikin frá stuttfilminum "The Load". Hetta ger hann saman við pianistinum Katrine Gisling, trompetspælaranum Gunnar Halle og tónleikaranum Rasmus Kjøller.
Triði partur inniheldur eitt sokallað "mash-up" við myndum og tónum frá stuttfilminum "Turbo", sum Silas Bjerregaard og VJ Super Carla standa á odda fyri.
Hetta veit heimasíðan hjá Gaffa í dag.