Nógvur vindur var í Klaksvík í gjárkvøldið og í nátt. So nógvur, at ein bilur, sum stóð við eitt verkstað á Borðoyarvík koppaði og ein partur av tekjuni á “Vaskarínum” í Klaksvík, sum stendur niðan móti Borðoyarvík, reiv.
Partur av tekjuni á “Vaskarínum” fór í heilum líki – eini 7 sperrur, úthang, lektir, undir- og yvirtakplátur alt í einum - eini 8 húsalongdir eftir vegnum og gjørdi, hóast stóra vavið, ikki so nógvan skaða frá sær, sum kundi verið. Nakað av girðingum fóru eftir leiðini, umframt ein ljósmastur, áðrenn tekjan lendi “pent” inni í einum hava longur norðuri, har hon varð heft, so ikki størri skaði hendi.
Hesin vindskaðin hendi um kl. 23.30 í gjárkvøldið.
Orð og myndir: Dávur Winther.