Tekniskt brek á heimasíðuni hjá Kringvarpinum

Ongar tíðindasendingar eru lagdar út á heimasíðuna hjá Kringvarpinum síðani mánadagin.

Mong eru tey, sum hava varnast, at Kringvarp Føroya ikki hevur lagt tíðindasendingar sínar út á heimasíðuna seinastu dagarnar, sum tey annars vanliga gera.

 

Seinasta tíðindasendingin, ið er til taks í løtuni, er frá mánadegnum klokkan 10.00. Nú váttar Kringvarpið, at talan er um tekniskt brek á heimasíðuni, sum forðar teimum at leggja tíðindasendingarnar út.

 

- Vit vita um brekið, og arbeiða við at fáa loyst trupulleikan. Vónandi gongur ikki long tíð, áðrenn sendingarnar aftur eru tøkar,  siga tey úr Kringvarpinum.

 

Viðmerkjast skal, at tað einans eru tíðindasendingarnar, ið eru raktar. Einstøk innsløg eru løgd út, eins og at Dagur og Vika eisini er at finna á heimasíðuni.