Í nýggjari bók, sum Fróðskaparsetur Føroya gevur út, eru fyrilestrar frá norrønari granskingarstevnu um bókmentir og lyndi - mentalitet - savnaðar. Heiti er "Nordisk litteratur og mentalitet" og ritstjórar eru Malan Marnersdóttir og Jens Cramer. Stevnan varð fyriskipað av Føroyamálsdeildini og varð hildin á Fróðskaparsetrinum 3.-9.august 1998. Hetta var 22. ferðin at felagsskapurin International Association for Scandinavian Studies møttist at granska norrøn viðurskifti. Evnið - tekstur, lyndi, mentan - varð samtykt á stevnu í Bonn tvey ár undan. Næsti fundur í felagsskapinum var hildin í Norwich í Onglandi í august í ár. Nýggja bókin, ið savnar allar fyrilestrar og íkast frá stevnuni í Føroyum í 1998, telur yvir 600 síður. Í drúgva innihaldsyvirlitinum, sum fevnir um 69 greinar, er bert ein, ið hevur burturav føroyskan vinkul. Tað er Anne-Kari Skarðhamar, sum viðgerð skaldskapin hjá Christiani Matras undir yvirskriftini "Hella, hugur og tíð - tidserfaring i Christian Matras' diktning". Hin 7. desember er hundrað ára dagur Chr. Matras. Í inniganginum verður upplýst, at eitt annað íkast til bólkaarbeiði hesar dagar á Fróðskaparsetrinum var um William Heinesen, sum Hanne Flohr Sørensen helt undir heitinum "William Heinesen og Færøerne - mellem middelalder og modernitet". Á sama hátt hevur Vár í Ólavsstovu í bólki reika fyri evninum at senda drunn. Heiti var "Bryllupsskikken at senda drunn - et levn af en frugtbarhedskult". Hesir partar eru tó, eins og 22 líknandi, ikki tiknir við í bókina. Fyrilestrarnir í bókini "Nordisk litteratur og mentalitet" fevna um almenn bókmentunarlig viðurskifti og ógvuliga nágreinilig - spesifikk - fyribrigdi í granskanini av norrønum teksti, mentan og lyndi.