Tekur seg úr tinginum um hann gerst borgarstjóri

- Eg veri ikki løgtingsmaður og borgarstjóri í senn. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum í morgun endaliga váttaði, at hann stillar upp til kommunuvalið í heyst.

 

Kaj Leo Holm Johannesen segði í síðstu viku við Miðlahúsið, at stillar hann upp, ja, so fer hann eftir borgarstjórasessinum. Tað merkir tó fyri sambandstingmannin, at hann má velja ímillum løgtingið og býráðið.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur áður sagt seg ikki taka undir við, at politikarar sita í meira enn einum sessi.

 

 

- Eg haldi ikki tað er ein trupulleiki, um ein persónur situr í tinginum og sum býráðslimur samstundis. Men verið eg borgarstjóri er støðan ein onnur. At vera borgastjóri er eitt fulltiðarstarv. og tá má man velja antin tað ella løgtingssessin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.