Tekur tey ungu í álvara

Nógv vatn er runnið í ánni, síðani Margarinfabrikkin bert var eitt tilhaldsstað fyri tey, ið dámdu væl at gera fortreð. Har er í dag eitt spírandi ungdómslív, og starvsfólkini hava eina greiða hugsjón við staðnum. Mikukvøldið var fabrikkin karmur um ein áhugaverdan fyrilestur um evnið »ung og sorg«

Tað munnu vera mong, ið hava fordómar ímóti Margarinfabrikkini. Einaferð var hon nevniliga mest av øllum bert eitt tak yvir høvdið hjá ungdómum, sum gjørdu fortreð. Men Siri Hansen, pedagogur á Margarinfabrikkini, heldur ikki at tann fordómurin hevur nakað at liva av.
? Vit royna at gera alt vit kunnu, fyri at taka lívið av hasi mytuni. Tí Margarinfabrikkin er nógv broytt. Her arbeiða nógv fólk nú, og vit eru ógvuliga tilvitað um, hvat vit ætla okkum. Hetta skal ikki bert vera eitt stað at vera, har sum alt ber til. Vit hava greiðar skipanir og reglur, og tað eru eisini allar typur av ungfólki, sum ganga her nú, staðfestir Siri Hansen.
Hon vísir á, at síðani tey settu fólk í arbeiði, er nógv broytt. Húsið er vorði royk- og rúsfrítt, og tilboðini til tey ungu eru nógv broytt.
Hetta er eitt sera livandi hús, og her hendir nógv allatíðina, sigur hon.



Deyðin ávirkar
Millum annað ætla tey sær at hava fleiri fyrilestar við evnum, ið hava týdning fyri tey ungu, og mikukvøldið var lagt til brots við Hera Joensen, presti, ið tosaði um ung og sorg.
Siri Hansen, sigur, at valið av evninum í fyrsta fyrilestrinum var beinleiðis tengt at vanlukkuni sum hendi á nýggjárinum, tá tvey ungfólk lótu lív.
?Fleiri av okkara ungu er sera merkt av vanlukkuni, og vanlukkan hevur eisini fylt nógv í okkara gerandisdegi á Margarinfabrikkini. Tey ungu hava tosað um tað, og tey hava ikki ordiliga vitað hvussu tey skuldu reagera, greiðir Siri frá.
Tí var tað upplagt at byrja við evninum sorg. Siri heldur eisini, at tey ungu fingu nakað burturúr.
?Tað var gott fyri tey at hoyra, at tað, sum tey kenna, er ok. Tað er ok at syrgja, men tað er eisini ok at flenna viðhvørt, sjálvt um man syrgir, heldur hon.
Hon sigur eisini, at tey ungu vóru ótrúliga glað fyri tiltakið. Hóast tey kanska hava eitt sindur ringt at seta orð á, so høvdu tey eina ávísa virðing fyri tiltakinum, og sjálvt um tey kláraðu illa at sita still í tann tíman, fyrilesturin vardi, so kenna tey á henda hátt, at tey vera tikin í álvara.
? Tað, at foreldini og onnur vaksin, eisini komu við, var ógvuliga gott. Ofta hava tey ungu torført við at tosa við tey vaksnu, sum í teirra verð ikki skilja nakað. Men tá tey ungu hava verið saman við foreldrunum og lurtað eftir einum tílíkum fyrilestri, tá er tað kanska lættari at fáa eina samrøðu í lag. Tí tá hava foreldrini eina betur hylling av, hvat hendir i lívinum hjá teimum ungu. Tey vóru jú eisini har, og lurtaðu eftir tí sama, vísir Siri á.
Spurd hvussu tey vóru nøgd við fyrsta fyrilesturin, sigur siri, at tey vóru væl nøgd.
?Tað er altíð ringt at meta um hvussu nógv folk fara at koma, men har vóru nógv ungfólk, og eg haldi at tey fingu væl burtuúr, so tað var sera gott, sigur Siri Hansen.


Fleiri fyrilestrar
Ætlanin er, at skipa fyri fleiri fyrilestrum á Margarinfabrikkini. Siri sigur, at tað allarhelst fer at verða til ein um mánaðin.
? Vit hava valt nøkur evni út, sum vit merkja hevur áhuga ímillum tey ungu. Og vit tosa eisini við tey, og spyrja tey hvat tey halda um ymisku evnini, greiðir hon frá.
Næsta evnið verður rúsevni og rúsdrekka. Eisini hava tey tosað um at viðgera evnið etingarólag. Men enn eru ikki fleiri fyrilestrar tilrættalagdir.
Spurd um tey ungu veruliga tíma at sita still og lurta eftir einum vaksnum sum kemur inn at tosa, svarar Siri, at tað gera tey.
? Men tey ungu eru líka so ymisk sum vit vaksnu. Tað ber illa til at skera tey øll yvir ein kamb, og siga, at ungfólk eru so ella so, ella at tey halda, at tað og tað er áhugavert. Men tey hava í stóran mun brúk fyri at hoyra, at tað sum tey gera og kenna er ok.
So sjálvt um tey ikki orka at lurta eftir einum heilum fyrilestri, so fáa tey nógv burturúr allíkavæl.


100 ung um dagin
Margarinfabrikkin hevur opið frá kl 11.30 -17 fyri teimum, sum eru 8-13 ára gomul. Síðani letur hon upp aftur kl 18-22 fyri teimum, sum eru 13-18 ár. Seinastu tíðina hava tað verið eini 80-100 børn og ung um dagin, so áhugin er stórur. Umleið 11 starvsfólk taka sær av teimum ungu, harav 5 eru útbúgvnir pedagogar. Hini eru avloysarar við ymiskum dygdum.
? Eg haldi, at tann størsta broytingin er, at vit veruliga vilja vera har fyri tey ungu. Vit taka tey í álvara og ynskja at hjálpa teimum. Og tað seta tey eisini prís uppá, sigur Siri Hansen at enda.