Teldunýtt

-

Grafikk-kort

við DVD

Kanska gerst tað munandi bíligari at fáa DVD nú í summar.

Tá sendir Diamond Multimedia nevniliga eina nýggja samansjóðing av einum 3D grafikk-korti og einum DVD-avspælarakorti á marknaðin.

Eitt DVD-avspælingskort inniheldur ein dekodara til ta MPEG2-komprimeringina, sum ger tað møguligt at avspæla videofilm frá einum DVD.

Vanliga er avspælingskortið eitt serskilt kort, ið kostar einar tveir túsundlappar, men við at samansjóða tað við grafikk-kortið er tað møguligt at spara nærum fulla prísin á øðrum kortinum.



Intel 3D

útgávan klár

Fyrsta útgávan hjá Intel av einum grafikkchippi til PC?arar varð klár í farnu viku.

Chippið nevnist i740 og er eitt 3D chip ætlað vanligum nýtarum, sum hava hug at fáa sær eitt máttmikið chip.

Roknað verður við, at i740 verður líka skjótt sum bestu chippini á marknaðinum, men tó ikki skjótari. Hinvegin vóna mong, at Intel fer at trýsta prísin á líknandi chippum, sum higartil hava verið rættiliga dýr, niður.

Grafikkkort við hesum chippinum verða tó ikki at fáa fyrr enn í fyrsta lagi um einar tveir mánaðir.



56K = v.90

Endiliga er semja fingin um at sameina tær ymsu standardirnar á 56K modemunum.

Ætlandi verður nýggi standardurin tikin í nýtslu um einar tveir mánaðir. Roknað verður við, at fyrstu modemini við nýggja standardinum verður á marknaðinum í mai-juni mánaða.

Nýggi standardurin fær navnið V.90, og er hetta eitt náttúrligt framhald av teimum V.30 standardum, sum higartil hava verið nýttir.



Hvussu nógv?

Hvussu nógv eru á netinum? Tað er altíð ein áhugaverdur spurningur, serliga tí einki ítøkiligt svar finst.

Ein nýggj kanning frá januar mánaði vísir, at tað eru umleið 30 mió. servarar á netinum. Herav eru tó bert umleið 5 mió servarar www, ið jú eru teir mest áhugaverdu.