Læknar í Bretlandi royna nú at fáa fólk at senda fætti teldupostar, enn tey gera, tí tey
brúka ov nógv tíð framman fyri telduskíggjanum, siga teir.
Í fyrsta umfari hava læknarnir skotið upp, at bretar skulu hava ein teldupostfrían dag um vikuna, og at fólk ístaðin fyri brúka tíðina til at røra seg eitt sindur meiri. Læknin Dorean Dugmore sigur, at telduposturin fer við alt ov nógvari tíð, og at bretar tí missa nógv tíð, sum teir kundu brúkt til eina ella aðra rørslu.
-Fyrr gingu fólk inn til grannan at tosa um veður og vind, men í dag senda tey teldupost aftur og fram. Hetta mugu vit broyta, sigur Dorean Drugmore.