Telefonónáðir

Politiið í Runavík fekk um vikuskiftið tvær fráboðanir um telefonónáðir. Talan er um tvær kvinnur, sum hava boðað politinum frá.
? Sak verður ikki gjørt burturúr málinum, tí telefonónáðirnar hava ikki innihildið hóttanir, og tá hóttanir ikki eru, so verður ongin sak. Men sjálvt um man ikki hóttir, so kann man gott brúka grovt mál, og verða óbehagiligur, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.
Í øðrum førinum hevur politiið funnið útav, hvør ringjarin var, og hevur politiið eisini havt samband við hann, har viðkomandi er biðin um at uppføra seg betri í telefonini.
Onnur kvinnan hevði nummarvísara, men av tí at nummarið var dult, so visti hon ikki, hvør hevði ringt.
Men politiið í Runavík sigur, at nógv minni av slíkum málum eru frammi, síðani fólk hava fingið sær nummarvísara.