Børn, sum doyggja, eru til á serligan hátt í vitanini hjá familjuni gjøgnum alt lívið. Tí skipar Felagið Pinkubarnadeyði fyri eini fløvari og vakrari minningarguðstænastu, sunnudagin 7. nov. kl. 16, fyri at minnast tey deyðu børnini. Øll eru vælkomin, óansæð um tey hava mist smá ella størri børn ella av aðrari orsøk hava hug at taka lut í hesi løtu.
Skipað verður fyri líknandi minningarhaldi í 16 kirkjum runt um í Danmark. Foreldur og avvarandi møtast í kirkjuni og tenda eitt ljós fyri teirra deyðu børnum og minnast soleiðis á ein vakran hátt eina gávu, sum tey hava fingið - og mist!
At fáa og missa eitt barn eru tveir mótsetningar. Minningarhaldið samlar gleðina og sorgina og gevur - eisini eftir nógvum árum - pláss fyri tí fløva og kærleika, foreldur enn hava til tað ella tey børn, sum tey hava mist.
Í einum skundmiklum gerandisdegi fáa onnur mál við tíðini fyrsta rætt. Við minningarhaldi er tíð til at foreldur, systkin og avvarðandi kunnu tendra eitt ljós fyri sínum deyðu børnum - eisini fleiri ár eftir at barnið doyði.
Hetta er sættu ferð, at Landsfelagið Spædbørnsdød skipar fyri minningarhaldi í Danmark, og er hetta vorðin ein vakur siður, sum limur felagsins og avvarandi teirra virðismeta høgt. Í Føroyum er hetta triðja árið, Felagið Pinkubarnadeyði skipar fyri minningarhaldi.
Í ár verður tað Jógvan Fríðrikssson, prestur í Sjóvar Kirkju, sum fer at prædika. Eivør Pállsdóttir og Stamen Stantchev fara at syngja og spæla eitt lag.
Eftir minningarhaldið bjóðar Felagið Pinkubarnadeyði til ein drekkamunn í Jákupsstovu 24, Tórshavn, har elagið vanliga heldur til.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til eitt av teimum føroyskum umboðunum, sum skipar fyri minningarhaldinum: Sólgerð Foldbo, tlf. 422184, ella Annvør Niclasen, tlf. 317261.