Sunnudagin, mitt í øllum rokanum av frálíka úrslitinum hjá landsliðnum, spældu B71 og ÍF útsetta 1. deildardystin á Sandi, og eftir dystin kundu sandoyingar fegnast enn meira, meðan fuglfirðingar við ringum tannabiti fóru norður um aftur.
B71 vann ikki minni enn 6-0, og tað man vera langt síðani, at ein uppflytari hevur vunnið við tennistølum.
Heimaliðið fekk hol á longu tá tíggju minuttir vóru spældir. Peter Ritter, sum hesaferð var høgrumegin á miðjuni, hevði seinasta fót á eftir gott uppspæl, har báðar síðurnar vórðu brúktar. Ritter hevur annars spælt sum aftasti maður, men tað plássið røkir nú Páll á Reynatúgvu, sum er farin at venja aftur og styrkir væl um liðið við sínari rutinu.
Liðini høvdu tá havt hvør sín góða málmøguleika, men einaferð bjargaði ein fuglfirðingur á strikuni, og Eyðun Samuelsen trekti ov langt út í síðuna, tá hann bleiv leysur.
Reytt kort
Aftasti maðurin hjá ÍF, bretin Chris Knight, varð rikin av vøllinum í 24. minutti eftir hevnisøku móti Hans Jørgen Djurhuus, men kortini var tað ÍF, sum hevði bóltin mest meginpartin av tí, sum var eftir av fyrra hálvleiki, tó uttan at koma fram at serligum málmøguleikum.
Vandamikli áleyparin Robert Cieslewicz bleiv skaddur stutt fyri hálvleik, og tað bleiv ikki frægari, tá Torstein Joensen beklaði og eisini mátti gevast. Stutt undan hesum hevði Eli Hentze økt til 2-0, og so mistu fuglfirðingar mótið og hugin, og málini skolaðu inn. Rúni í Soylu gjørdi tað til 3-0, og tveir minuttir seinni kom rumenski miðvallarin Iulian Florescu á málskjúttaralistan fyri fyrstu ferð í ár. Eli skoraði aftur til 5-0 fimm minuttir seinni, og tveir minuttir eftir hetta setti innskifti Kári Sørensen punktum fyri trivaliga B71 sigrinum.
B71-ÍF 6-0 (1-0)
1-0: Peter Ritter 10
2-0: Eli Hentze 59
3-0: Rúni í Soylu 68
4-0: Iulian Florescu 70
5-0: Eli Hentze 75
6-0: Kári Sørensen 77
B71: Waldemar Nowicki ? Allin Simonsen, Páll á Reynatúgvu, Bergleif Sólsker ? Bjørn Thorsteinsson, Petur Ritter, Iulian Florescu, Hans Jørgen Djurhuus, Antines Magnussen ? Eli Hentze, Rúni í Soylu
ÍF: Erling Joensen ? Torstein Joensen, Chris Knight, Tomasz Przybylski ? Eyðolvur Petersen, Áslakur Petersen, Roy Róin, Rógvi Róin, Uni Mortensen ? Robert Cieslewicz, Eyðun Samuelsen