Kvinnurnar hjá VÍF áttu ikki at verið ein álvarslig hóttan ímóti oddaliðnum Neistanum, men tað blivu tær helvtina av dystinum, tá liðini møttust í ítróttarhøllini á Hálsi mikukvøldið. Tað eydnaðist VÍF at fylgja við allan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki fekk Neistin beinanvegin vunnið sær tann fyrimunin við fýra málum, ið helt sær restina av dystinum – onkra løtu uppi á seks málum.
So hóast Neistin fekk eitt sindur av mótstøðu í fyrra hálvleiki, vísti oddaliðið styrki eftir steðgin, hóast sigurin ikki gjørdist so sannførandi, sum roknast kundi við. Kappingin er long og dystirnir nógvir, so tí er kanska ikki alla tíðina líka lætt hjá oddaliðnum at halda kókinum.
Í ítróttarhøllini á Skála bleiv tað eisini undirtippaða liðið, ið fyri stóran part gjørdi vart við seg, so her gjørdist talan um ein uppaftur javnari dyst. Her var Stjørnan á vitjan hjá StÍF, sum líka til tað síðsta andaði klaksvíkskvinnur í nakkan.
StÍF telist ikki millum fremst liðini, men allíkavæl kláraðu kvinnurnar av Strondum og Skála at halda Stjørnuni á javnleiki eftir fyrsta hálva tíman, og í seinna hálvleiki var Stjørnan fyri tað nógva eitt lítið petti frammanfyri, men StÍF kom alla tíðina afturíaftur. Tað gjørdist líka ímóti endanum, at StÍF ikki kláraði at svara aftur, og so vann Stjørnan dystin.
- - -
Neistin - VÍF 28-24 (13-12)
Neistin: Jacklin Durhuus 6, Nicoleta R. Hansen 6, Barbara Brauer 5, Bára Hansen 5, Annika Thomsen 3, Marjun Danberg 2, Birita Wardum 1
VÍF: Liljan Durhuus 6, Annika Poulsen 4, Hanna Durhuus 3, Linda Davidsen 2, Torgunn Johannesen 2, Elias Leo 2, Agnas Olsen 2, Johanna Gunlaugsdóttir 1, Finngerð Jensen 1, Tóra Seloy 1
StÍF - Stjørnan 25-27 (14-14)
StÍF: Rebekka Justinussen 12, Fríðrún Danielsen 3, Jóhanna í Króki 3, Birna Tummasardóttir 3, Irena Dam 2, Ásgerð Káradóttir 1, Birita Poulsen 1
Stjørnan: Simona Petersen 9, Lovisa Andreasen 5, Corina Demeterca 4, Judit Hansen 4, Una Olsen 3, Annika Ljósstein 1, Ella Petersen 1