Fyri fyrstu ferð í fleiri ár fekk føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti høvi til at royna seg í altjóða dysti á heimavølli, tá ið írska landsliðið vitjaði í Klaksvík týskvøldið. Sum vant, freistast man at siga, vóru nógvir áskoðarar til kvinnufótbólt í Klaksvík.
Ov stóra virðing
Fyrstu løtuna av dystinum tóktist tað sum um, at føroysku leikararnir høvdu alt ov stóra virðing fyri sínum írsku mótstøðuleikarum. Okkara vóru alt ov varnar fram eftir vøllinum, kanska tí at tær vóru bangnar fyri at selja seg í verjupartinum, um tær gjørdust ov álopssinnaðar.
Írsku genturnar vóru - sum føroyski venjarin segði frammanundan - nøkunlunda á sama stigi sum tær føroysku, kanska eitt vet hægri. Írsku kvinnurnar spældu eitt sindur betur, og hjá teimum gekk betur at halda upp á bóltin og fáa skipað framrættað spæl.
Tað gekk tó striltið hjá írska liðnum at koma til teir opnu málmøguleikarnar. Føroyska verjan var væl skipað, og ferð aftaná ferð blivu írsku áleypararnir fangaðir í rangstøðufelluni hjá føroysku verjuni.
Onkuntíð royndu írsku kvinnurnar seg við skotum á føroyska málið, men tað var ongantíð veruligur vandi á ferð. Vandamiklastu støðurnar komu, tá ið føroysku kvinnurnar sjálvar spældu seg í trupulleikar langt afturi á vøllinum.
Føroysku kvinnurnar vóru ikki so ofta á vitjan framman fyri írska málinum í fyrra hálvleiki. Vivian Bjartalíð var tí einu ferðina tó nær við at leggja Føroyar á odda, men skotið hjá henni streyk upp um tvørstongina.
Trý mál upp á tíggju minuttir
Í seinna hálvleiki kom eitt sindur meiri av lív í dystin. Føroysku kvinnurnar løgdu bragdliga fyri fyrstu løtuna, og eitt skifti høvdu tær eisini yvirvág í spæli. Tað gekk tó striltið við at koma til málmøguleikar, og bestu føroysku royndina hesa løtuna hevði Rannvá Augustinussen, tá ið hon royndi seg við einum skoti úti frá, sum írski málverjin tó bjargaði.
Írsku kvinnurnar royndu seg mangan við at spæla langar diagonal bóltar av miðvøllinum úti í bæði borðini til vengurnar, og tað var júst eftir slíkt uppspæl, at Írland legði seg á odda. Tann kviki vinstri vongurin, Emma Griffin, fekk eina góða sending og gjørdist leys í vinstra borði. Hon dróg inn í føroyska brotsteigin og sendi so høgt móti málinum. Talan var kanska um eitt innlegg, men bólturin fór upp um føroyska málverjan, brast í stongina og fór síðani í málið.
Tað gekk tó ikki lang tíð, so fingu føroysku kvinnurnar javnað. Rannvá Andreassen spældi Malenu Josephsen leysa, og hon lyfti upp um málverjan. Bólturin rakti stongina, men Vivian Bjartalíð var fyrst á returin og sendi í tóma málið til 1-1, og stór frøði á teimum mongu áskoðarunum.
Tað var tó ikki leingi, at føroysku armarnir sluppu at verða uppi, tí einans tríggjar minuttir eftir føroyska málið, legði Írland seg aftur á odda. Írland fekk hornaspark, og tvær av teimum írsku spældu stutt sínamillum úti í síðuni, áðrenn Caroline Thorpe sendi innfyri. Bólturin hevði kós móti handara síðuneti, og føroyski málverjin fekk bert hondina á bóltin, sum endaði í síðunetinum, og so var 2-1 til Írlands.
Øll hesi trý málini komu innan fyri eitt stutt tíðarskeið upp á tíggju minuttir. Føroyska liðið royndi at leggja størri trýst á írska liðið í einari roynd at fáa javnað írsku leiðsluna, men tað gekk ógvuliga striltið. Rannvá Andreassen bleiv flutt av miðvøllinum niðan undir liðuna á Malenu Josephsen í álopinum, og tær báðar høvdu onkrar royndir síðstu løtuna, uttan at nakað tó spurdist burturúr.
Samanumtikið var talan um ein javnan dyst, har føroyska liðið saktans kundi havt fingið javnleik ella vunnið við eitt sindur av hepni. Dysturin lá til at fara annan vegin, og tað vísti seg, at írsku kvinnurnar áttu munin hesaferð.