Tepur sigur til FSV04

B36 er botnlið í 1. deild. Men at B36 í løtuni hevur betri lið enn til niðurflyting varð staðfest í Gundadali í dag. FSV04 vann 3-2, men tað stóð nógv á, áðrenn tað var greitt, at øll stigini skuldu vestur til Sandavágs.

Allan Mørkøre legði tíðliga í 1. hálvleiki B36 framum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki misti FSV04 ein mann, tá ið Hans Arni Ellefsen varð vístur av vøllinum.

Í 2. hálvleiki javnaði Karl Johan Djurhuus, men Áki Mørk legði B36 framum aftur.

So var tað, at toppskjúttin hjá FSV04 Andrzej Stretowicz fór at gera um seg. Fyrst javnaði hann til 2-2 við brotssparki, sum Jógvan Holm tiltuskaði FSV04, og so skoraði Andrzej Stretowicz sigursmálið.

FSV04 hevur á øðrum plássi 25 stig, og B36 er á 10. og aftasta plássi við 4 stigum.