Seinast Terji, Eyðun og Kim vóru á palli í REX, gjørdist tað 2xKim, tá Kim Wilde brádliga trein á pall, hetta vikuskiftið verða teir tríggir aftur í REX tó neyvan við líka forkunnugari vitjan
Tað var REX sum fyrr í ár var karmur um fyrstu framførsluna hjá hesum trimum sum supertrio. Teir skuldu síðan á pall á Summarfestivalinum, men tá teir vóru ein av bólkunum, ið vóru avlýstir vegna veður, endaðu teir á palli í Havn í staðin hetta minniliga kvøldið, tá Kim Wilde fór á pall.
Fríggjakvøldið verður høvi hjá teimum 18 ára gomlu, at uppliva hesar tríggjar gomlu gubbarnar, útisetan Eyðun og nólsoyingarnar báðar Kim og Terja. Tí hetta kvøldið er 18 ára aldursmark í mun vanliga 25 ára aldursmarkið.