Terji heldur tørn: Lagnutalv Skírisdag

Eftir sera drúgvt talv ímóti Torkil Nielsen, eydnaðist, við tógvið stríð, at hála sigurin heim. Ein sannur arbeiðssigur á fyrrverandi FM-vinnaranum úr Sandavági og enn eitt týðandi fet ímóti at enda ovastur, tá seinasti leikur er fluttur leygardagin.

Skírisdag kl. 14.00 verður satt drama og lagnutalv um FM-heitið. Terji telvar við hvíta fólkinum ímóti Olaf Berg, sum er styrkimettur ovastur í kappingini, og sum undan kappingini var favorittur at vinna FM. Men tað hevur higartil ikki hilnast eftir vild, nú Terji er strokin avstað í oddinum.

Kravið hjá Olaf er at vinna talvið hósdagin. Og síðani vóna, at Terji setur í minsta lagi ½ stig til seinastu tvey umførini. Javnleikur broytir onki í oddinum og tryggjar Terja enn meira í endaspurtinum.

Vinnur Terji hinvegin orrustuna, er FM-heitið hansara - við fullari vissu - um Herluf Hansen ikki sigrar á Hjalta Toftum Jógvanssyni. Vinnur Herluf, krevst at Terji tapir og Herluf vinnur seinastu 2 talvini. Ósannlíkt - men sjálvsagt, alt kann henda. Er javnstøða í oddinum tá kappingin endar, verður umdystur.

Nógv er uppá spæl, tí sera sannlíkt er, at FM-vinnarin 2010 vinnur heitið á fyrsta sinni.

Jónfinn Thomsen, úr Sandavágs Talvfelag, er nú á odda í 1. bólki, meðan Rógvi Olsen, av Toftum, framhaldandi heldur fast um oddasessin í almenna bólkinum.

Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, telvar sera væl og er av álvara ávegis FM-heitinum í unglingabólkinum.

Fylgið kappingini á: www.faroechess.com