Terji og Finnur í Manhattan

Tað vera tveir havnarmenn, sum hetta vikuskiftið vitja heimstaðin fyri at spæla í Manhattan. Fríggjakvøldið tekur tann garvaði Terji Rasmussen Rituna til Havnar at spæla. Hann spælir tíverri ikki eins nógv, og fleiri høvdu ynskt, men hetta fríggjakvøldið setir hann seg so aftur við gittaran. Sostatt verður lagt upp til eitt nostalgiskt kvøld við Eros og øðrum ódeyðiligum føroyskum sangskattum, tá Terji fer á pall.

 

Dagin eftir tekur ein annar trubadurur, Finnur Jensen, flogfarið úr Danmark fyri at framføra í Manhattan. Umframt egin løg fer Finnur at spæla góðar gamlar føroyskar og útlendskar slagarar.