Skal tað vera gildi, so lat tað vera gildi. Terji Rasmussen hevur játtað at spæla í Manhattan um vikuskiftið, skrivar byin.fo
Hann man vera ein tann besti lagsmiðurin, sum Føroyar nakrantíð hava fostrað. Hann spælir tó ikki eins nógv, og fleiri høvdu ynskt. Men um vikuskiftið setir hann seg aftur við gittaran. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kemur Terji Rasmussen á vitjan í Manhattan.
Seinast, hann spældi har, var næstan ikki inniverandi í staðnum fyri fólki. Tískil ræður um at vera í góðari tíð, um ein ynskir at hava sitipláss í Manhattan. Byrjað verður nevniliga longu kl. 22, byin.fo