Stóra konsertin við Terja og Føstufressum fríggjakvøldið er útseld, og tí verður skipað fyri einari eyka konsert, sum verður leygarkvøldið klokkan 19.30. Eingi atgongumerki eru eftir til stóru konsertina hjá Terja og Føstufressum, sum verður fríggjakvøldið.
Hetta hevur ført til, at ein eyka konsert verður fyriskipað leygarkvøldið klokkan 19.30.
Talan er um eitt stórt show, og fríggjakvøldið verður konsertin tikin upp og kann seinni keypast á DVD.
Framførslan verður grundað á tær báðar fløgurnar, sum Terji og Føstufressar hava givið út.