Ternubúðin fer í søguna

Ternubúðin, sum Ása og Erling Bech saman við familjuni hava havt í húsum sínum við Sundsvegin seinastu 27 árini, fer nú í søguna.

Familjan hevur búð í húsunum síðan 1968, og Ternubúðin byrjaði í einum horni av kjallaranum 14. november 1983. Handilin er síðan útbygdur til ein stóran kolonialhandil upp á 200 ferðmetrar.


Erling sigur, at tey nú hava gjørt av at gevast við at handla. Hann hevur annars havt ætlanir um at byggja ein nýggjan handil á horninum Vegurin Langi/Løgmannabreyt, men tað er óvist hvussu verður við teimum ætlanunum.


Einki verður keypt inn í løtuni, og vit selja vørurnar við avsláttri til handilin er tómur. Innbúgvið í handlinum verður eisini selt sum t.d. hillar og køli- og frystidiskar. Ætlanin er síðan at leiga hølini út, sigur Erling og leggur afturat, at tað hevur verið spennandi at bygt handlin upp, og tey hava havt nógvar trúgvar kundar hesi árini.