Terry bjargaði Chelsea

Chelsea skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum á Everton í tíðini, sum dómarin legði aftrat

Chelsea megnaði tað, sum tað varð roknað við, tá ið Everton tíðliga seinnapartin vitjaði á Stamford Bridge, men tað leyp einki av. Úrslitið var 1-0, og málið varð skorað, tá ið meiri enn tveir av teimum fimm minuttunum vóru farnir, sum dómarin legði aftrat vanligu leiktíðini.

Sigursmálið skoraði liðformaðurin og veteranurin John Terry, tá ið hann stýrdi frísparksinnleggi úr høgru í málið.

Everton stóð seg manniliga, og serliga í 1. hálvleiki høvdu gestirnir fleiri møguleikar at leggja seg á odda. Sum tað leið fram ímóti dystarenda øktist heimatrýsið alt meiri, men heilt leingi sá tað út til, at tað skuldi enda málleyst. Og so var tað, at John Terry enn eina ferð vísti seg at vera ógvuliga týdningarmikil.