Liðskiparin hjá Chelsea, John Terry, og málverjin, Petr Cech verða ikki við restina av hesum kappingarárinum.
John Terry mátti av vølli eftir at hava skeikla fótin, meðan Cech fekk økslina úr lið í 0-0 javnleikinum í Champions League móti Atletico Madrid á Vicente Calderon.
Chelsea venjarin, Jose Mourinho, sigur, at Terry ikki spælir aftur uttan so, at Chelsea kemur í Champions League finaluna, sum verður 24. mai.
Premier League kappingin endar 11. mai.
Cech mátti av vølli longu eftir 18 minuttir, tá hann rendi saman við Raul Garcia, og í staðin kom 41 ára gamli Mark Schwartzer á vøllin til debut í Champions League. Terry var útskiftur við André Schürrle við 18 minuttum eftir av dystinum.
Chelsea kappast um Premier League heitið eins væl og Champions League heiður.