- Fram til HM-endaspælið verður John Terry ikki liðskipari. Um eg haldi fram, sum venjari hjá Onglandi, so rokni eg ikki við, at hann nakrantíð verður liðskipari aftur, slær Fabio Capello fast.
John Terry misti heiðurin at verða liðskipari á enska landsliðnum, tá tað kom fram, at hann hevði verið saman við fyrrverandi unnustuni hjá Wayne Bridge.
- Tað var ikki gott, tí eg havi altíð biðið liðskiparan um at verða eina fyrimynd fyri børnini, og fyri teir mongu fjepparnar. Og hetta havi eg eisini sagt við John Terry, staðfestir Fabio Capello yvirfyri enskum miðlum.
Fabio Capello trýr kortini ikki, at illstøðan millum John Terry og Wayne Bridge fer at fáa ringa ávirkan á hýrin í tí enska landsliðshópinum.
- Eg veit, at Wayne Bridge er ósekur í málinum, men tað var ongantíð mín ætlan at nokta John Terry at verða partur av hópinum. John Terry er ein undangongumaður á vøllinum, og tað fer hann eisini at verða, um hann ikki er liðskipari. Eg trúgvi ikki, at liðfelagarnir hava mist virðingina fyri honum, staðfestir Fabio Capello.