Tey eldru eiga tørn

Gunvá við Keldu eitur nýggi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, og er hon er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í kommununi. Í takt við at fiskivinnubýurin roynir at stýra uttan um fíggjarkreppuna, verður hjartabarnið hjá borgarstjóranum í hesum valskeiðnum sett út í kortið, nevniliga tey eldru í samfelagnum. Gylta leiðin er opinleiki og samskifti millum borgarar og býráð

Nýggi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu skrivar søgu, við tað at hon er fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í kommununi.

- Tað eru nógv, ið siga tað við meg, at eg skrivi søgu við at vera fyrsti kvinnuligi borgarstjórin í kommununi. Og við tí fylgir ein ábyrgd, tí eg vil helst eydnast væl. Og samstundis havi eg onga aðra kvinnu at samanlíkna við. Men eg havi sett mær fyri at klára nøkur ting, og eg eri av tí uppfatan at mann sleppur so langt, mann vil.

Fyri hana er borgarstjórastarvið kortini ikki so fremmant. Hon hevur í fleiri ár tikist við býráðspolitikk, hóast hon seinasta valskeið valdi at taka seg úr samgonguni, og tískil ikki sat í nakrari nevnd.

- Hetta er ein stór ábyrgd at taka á seg. Eg umboði 5.000 borgarar. Á tann hátt havi eg kent mun á, men praktiskt haldi eg ikki at mann kann fyrireika seg til starvið. Tað er nógv at seta seg inn í, og nógv má eg arbeiða seg fram til, sigur Gunvá við Keldu.

- Tað er umfatandi at seta seg inn í eina politiska skipan, og eg má gera mær mínar egnu royndir. Men eitt, sum er av stórum týdningi í býráðspolitikki og sum eg fari at leggja meg eftir, er at samskifta væl við tey innblandaðu. Bæði tey, ið sita í viðkomandi nevndunum, og teir borgarar, ið verða raktir av okkara avgerðum.


Kommunan hevur koyrt skjótt

Nú Gunvá við Keldu tekur yvir sum borgarstjóri í kommununi, eru tað truplar tíðir, hon kann rokna við. Størsta arbeiðsplássið í býnum, Kósin, liggur stilt, og umframt fíggjarkreppuna, sum alla tíðina andar okkum í nakkan, hevur Klaksvíkar kommuna fíggjarligar trupulleikar at dragast við. Og ovast á pappírinum hjá borgarstjóranum stendur fíggjarliga støðan, sum skil skal fáast á.

- Ovast stendur tað fíggjarliga. Tað er nakað, sum skal takast í álvara. Vit hava fallandi inntøkur, stóran rakstur umframt lán at dragast við. Tí er okkara fremsta uppgáva at økja um inntøkurnar, sigur Gunvá við Keldu.

Av teimum 20 milliónunum, ið eru avsettar til íløgur í hesum fíggjarárinum, fara 18 teirra til skúlan við Ósánna, sum er rivin niður. Arbeiðið við at byggja hann upp aftur er í gongd, og gongur tað arbeiðið sína gongd.

- Eg merki væl, at kommunan higartil hevur koyrt skjótt og nógv, og knappliga er steðgað upp. Og tað merkir borgarin eisini. Men eg má siga, at teir borgarar, ið hava vent sær til okkara við trupulleikum í samband við kreppuna, eru konstruktivir og positivir. Og vit vilja fegin hava, at borgarar í kommununi skulu kenna at teir kunnu koma til okkara, tí borgarin vil eisini tað besta fyri býin, sigur hon.

- Vit vita enn ikki hvat vendir upp og hvat vendir niður. Alt er so óstabilt, og nógvir leysar endar eru, ið vit skulu hava greiði á. Alla ta tíðina, eg havi sitið í býráðnum, hevur tað bara gingið upp og frameftir, sigur Gunvá við Keldu.


Tey eldru og alternativir bústaðir

Hon ivaðist onga løtu í at taka av, tá valúrslitið vísti, at Fólkaflokkurin fekk flestar atkvøður á valinum, við henni sjálvari sum toppskorara.

- Eg ivaðist onga løtu. Eg fekk flestar atkvøður, og eg kendi tað sum eina álitisváttan. Tað er eitt álit, sum eg skal liva upp til.

Men tíverri verður ikki rúm fyri stóru íløgunum, undanfarna stýrið gjørdi. Nú skal strammast í.

- Men eg havi hugsað, at kanska er júst hetta styrkin hjá kvinnunum. At fáa nógv burturúr ongum. Her spælir psykan inn, trúgvi eg. Kvinnurnar tora og duga at arbeiða uttan at skula vísa vøddar, sum mennirnir ofta gera.

Komandi tíðin er uppløgd at nýta til at leggja ætlanir um stórar íløgur, og hetta fyrsta árið skal nýtast til at finna stevið í samgonguni. Og borgarstjórin í Klaksvík er ikki í iva um hvør bólkur nú stendur fyri tørni. Tað eru tey eldru í samfelagnum, sum eisini hevur verið eitt økið, hon hevur viljað stríðst fyri. Seinastu árini hevur kommunan bjóðað út grundstykki, bygt barnagarð og í løtuni er skúlabygging í gongd. Nú standa tey gomlu fyri tørni, og ein av møguleikunum er at bjóða út alternativan bústað til eldri fólk, ið ikki orka at taka sær av stóra urtagarðinum, ella ikki megna trappurnar ella reingerðing av mongu rúmunum longur. Og her er tað av stórum týdningi at mann letur rætta málbólkin vita, at mann arbeiðir við tí. Eisini er arbeiðsbólkur settur at gera eitt álit um kommunureform. Hetta merkir, at vit innan stutta tíð, eisini innan eldraøkið, fáa at vita hvat liggur í kortinum. Her mugu vit vera tilreiðar, við ætlanum um loysn viðvíkjandi plássum til røktarheim, ellisheim, sambýli og øðrum til eldri.

- Tey gomlu í dag eru ikki von við at krevja nakað. Tí er tað uppgávan hjá okkum í kommununi at upplýsa tey um at ein loysn er á veg, og at vit arbeiða fyri tey.


Samstarv skal útnyttast

Umframt eldraøkið, saknar borgarstjórin eitt fjølmentað hús, sum egnar seg til framførslur av ymiskum slag. Eitt konserthøli, sum samstundis kann bjóða út útbúgving innan tónlist, og kann forbarma seg yvir sjónleikararnar í býnum. Harafturat saknar hon eina yvirornaða ætlan fyri miðbýin. Eina ætlan, har rúm er fyri estetikki, og borgarin verður innblandaður, eitt nú við at skipa fyri borgarafundum. Somuleiðis heldur nýggi borgarstjórin í kommununi allar dyr opnar fyri samstarvi við grannakommunurnar í arbeiðnum at menna kommununa.

- Vit mugu duga at útnytta samstarv. Bæði við grannakommunur og vinarbýir, og royna at savna tað tilfeingi, sum er. Um føroyingar skulu koma aftur, mugu vit samansjóða tær eindir, býurin hevur, og gera hann lokkandi.

Sum er, stendur fólkatalið í Klaksvík í stað. Fyrst manglaðu grundstykkini, og nú manglar fíggingin. Og borgarstjórin ásannar, at fakliga og fíggjarliga eru ikki somu møguleikar í kommununi í dag.

- Men eg eri positiv. Tað er givið, at vit líta á fiskivinnuna, men vit eru fyrr komin aftur í aftur. Kósin kemur aftur í aftur, spurningurin er bara hvussu. Her hava vit við fleiri ókendar faktorar at gera við fiskaprísum og veðri.


Sólin fer eina ferð aftur at skína

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu hevur brotið upp um armar. Reklamuvirkið, hon var stjóri fyri og enn eigur part í, hevur lagt saman við øðrum virki, og hon hevur innsæð, at nýggja starvið fer at krevja nógva tíð og orku. Vónandi kann hon halda fram við sanginum, sum fyllir nógv í hennara lívi, men hon hevur kortini sligið seg til tols við, at okkurt helst má víkja.

- Fyri meg persónliga er tað umráðandi at kunna kobla úr. Tað er bara gott fyri høvdið. Eg trívist ikki við at arbeiða alla tíðina. Eg havi seinastu árini sungið nógv, og mær dámar væl at ganga túrar og so framvegis. Okkurt fær helst ikki ta tíðina, sum fyrr. Men eg má siga, at eg eri spent uppá uppgávurnar, ið fylgja við borgarstjórastarvinum. Mær hevur altíð dámt væl eina góða røðu til dømis. Eg ikki eri nakar garvaður røðari sjálv, men tað lærir mann helst. Fyri meg vil tað vera tað mest umráðandi at persónligheitin skínur ígjøgnum í eini talu, heldur enn at lesa eina talu upp, sum onkur annar hevur skrivað.

Gunvá við Keldu tekur samanum, og metir tað vera gott fyri okkum menniskju at steðga á eina løtu. Sleppa tí materialistiska eina løtu. Samstundis kennir hon týdningin av ikki at mála tað so svart fyri borgararnar í kommununi, sum júst nú trongja til ein sterkan skipara.

- Eina ferð fer sólin at skína aftur, sigur Gunvá við Keldu.