Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommnu, er ógvuliga fegin um dagtilhaldið, sum er í barnagarðinum Miðgarði í Miðvági, og hvussu væl tað riggar at hava børn og eldri undir somu lon.
- Tá vit í summar høvdu vitjan av íslendska mentamálaráðharranum, Illugi Gunnarsson, var hon saman við Rigmor Dam, landsstýriskvinnu og vitjaði barnagarðin og dagtilhaldið, har eg vegna kommununa tók ímóti.
Hon sigur, at Illugi Gunnarsson var sera hugtikin av, hvussu væl tað riggar at hava børn og eldri undir somu lon. Børnini kunnu koma inn í dagtilhaldið, og tey hava eisini aktivitetir saman við teimum eldru.
- Tey syngja saman, spæla, baka, og gleðast um at møtast. Tað er javnan, at børn eisini bara renna inn á gólvið fyri at heilsa upp á lurta eftir morgunandakt og fáa eitt klemm.
Rósa Samuelsen vísir á, at tá íslendski mentamálaráðharrin vitjaði, segði ein kvinna í dagtilhaldinum, at “her spejler vi os i livet...”.
- Í samband við eldraøkið kann leggjast aftrat, at stýrið fyri Heimatænastuna í Vágum, har eg eri forkvinna, hevur gjørt samstarvsavtalu við Vága Pensjónistafelag um at virka sum eldraráð fyri kommunurnar í Vágum.
Leiðari fyri Heimatænastuna í Vágum er Halldis Joensen, og forkvinna í eldraráðnum umvegis Vága Pensjónistafelag er Lydia Laksafoss.
- Eldraráðið er samstarvs-og hoyringspartur hjá stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum, og vit hava eitt sera gott samstarv, sigur borgarstjórin, Rósa Samuelsen.