Tað er als ikki vandaleyst at fara niður á slík dýpi, sum serbygdi kavbáturin Titan fleiri ferðir áður hevur verið niðri á - nevniliga niðri á vrakinum av Titanic, sum fórst fyri meira enn 110 árum síðan og liggur á 3.800 metra dýpi.
Nú eru øll tekin um, at bæði kavbátur og manning eru í stórum trupulleikum, tí einki samband hevur verið við manningina í tvey samdøgur og teir fimm menninir, sum eru í kavbátinum, hava bara ilt til í mesta lagi 96 tímar.
Tað merkir, at í seinasta lagi hósdagin verður eingin ilt eftir.
Við BBC sigur Mike Reiss, rithøvundur og framleiðari, at tá tú fert í holt við eina slíka ferð, noyðist tú at undirskriva nøkur skjøl, sum er ein avtala millum tey, sum vilja uppliva vrakið av Titanic við berum eygum - og so veitaran av ferðini.
- Tú skrivar undir eina avsøgn, sum nevnir ein møguleika fyri og annan eftir, har tú kanst doyggja á ferðini. Deyðin verður nevndur tríggjar ferðir á fyrstu síðu í avtaluni, so tann møguleikin er avgjørt í tínum tonkum, sigur Mike Reiss við BBC.
##med2##
Tey, sum eru í kavbátinum sum ferðafólk og ætlaðu sær at síggja vrakið av Titanic, eru bretski ríkmaðurin, Hamish Harding og feðgarnir úr Pakistan, ríkmaðurin Shahzada Dawood og sonur hansara, Sulemann Dawood.
Haraftrat eru Stockton Rush, umsitingarstjóri í OceanGate, ið er felagið, sum skipar fyri ferðini niður á Titanic, og síðan er tað ævintýrarin, Paul-Henry Nargeolet.