Tvøroyrar kommuna bjóðar nú út nakrar leiguveltur, har fólk kunnu velta sær ymiska grøði til matna. 12 veltur eru tøkar at søkja um, og tað verða tey fyrstu sum søkja, ið fáa veltu.
Tilboðið hjá Tvøroyrar kommunu er liður í umhvørvisvikuni á Tvøroyri, sum verður í viku 16 - ella frá 12. til 18. apríl.
- Í løtuni eru 12 veltur tøkar undir Heygnum, og hetta er á matr. 524a og 524c, sum kommunan eigur.
Í Tvøroyrar kommunu vísa tey á, at tað, at velturnar liggja lið um lið, sum tikið verður til, ger, at fólk kunnu koma hvørjum øðrum við, samstundis sum okkurt áhugavert fæst burturúr.
- Velturnar verða uppmerktar og á leið eins stórar. Kommunan syrgir fyri uppmerkingini, og leiðarin tekur sær sjálvur av veltingini og øðrum neyðugum arbeiði.
Upplýst verður, at kostnaðurin fyri leigu er 100 krónur um árið, og leigusáttmáli verður gjørdur millum leigara og kommunu.
- Freistin at melda seg til leigu at veltu á Tvøroyri, er fríggjadagin 9. apríl klokkan 12, og tað verða tey fyrstu 12, sum fáa velturnar, verður lagt aftrat.