Tey grønu í Føroyum

   

Upplýsing: Endamál okkara er at virka fyri umhvørvisligum og nærdemokratiskum politikki við at seta fólk í uppskoti til Føroya Løgting!

Vistfrøði og umhvørvi
Tey grønu vilja steðga teirri vaksandi dálkingini og eitranini av matvørum og umhvørvi. Hetta skal gerast við munagóðum forboði móti dálking og eitran av umhvørvinum og í framhaldi við einum fíggjarpolitikki, ið virkar soleiðis, at tað lønar seg at vera umhvørvisvinarlig og halda fast um vistfrøðiligu javnvágina í náttúruni.
Tey grønu vilja virka fyri einum samfelag, ið bjóðar lívsvirði fram um verandi samfelagsins miðsavnan av støðugum matriellum vøkstri og støðugt vaksandi nýtslu. Vit eru ikki ímóti tøkniligum framburði, men skal trivnaðurin hjá menniskjum ikki gerast gjald fyri hendan.

Spjaðing og fólkavald
Tey grønu ganga ímóti miðsavnan av valdi innan framleiðsluna. Vit vilja spjaða framleiðsluna, so at sjálvbjargni verður um landið. Vit ganga inn fyri demokratiið, innanfyri fyritøkur, t.d. samtøkur og fyritøkur har starvsfólki eigur part, men ganga ímóti fíggjarligum »demokratii«, ið verður stýrt av óviðkomandi leiðslum ella grunnum.
Tey grønu ynskja at vaksandi skrivstovuveldið og miðsavnaða stýringin, við valdsdeplum og serfrøðingarveldið, verður broytt til eitt spjatt nærdemokrati. Vit hava yvirlit yvir, at avgerðir verða, í størsta mun, tiknar á staðnum. Málini viðvíkja, t.d. tí kunnu vit ikki taka undir við EEC, soleiðis sum tað er skipað í løtuni.
Tey grønu ynkja, at hvørt menniskja, í mesta mun, umsitur tilveru sína. Vit standa fyri frælsi, einans avmarkað av frælsisrætti annara. Tískil ynskja vit heldur ikki at áleggja øðrum menniskjum eina samfelagsskipan, ið gongur ímóti ynskjum teirra.

Sosial trygd
Tey grønu virka fyri, at øllum verður tryggja líkinda góðir livimøguleikar, tað snýr seg um bústað, heilsu, útbúgving og arbeiði. Men verandi almannaveldið er skrivstovuveldið, fløkt og serstakliga kostnaðarmikið at umsita. Almannaskipanin eigur tískil at verða skamtað soleiðis, at ein og hvør, ið av eini ella aðrari orsøk er vorðin arbeiðsleysur, verður trygjaður eina skattafría minstuløn. Hendan minstalønin eigur annars, í mest møguligan mun at vera tillutað øllum borgarum. Hendan minstulønin skal kunna lívbjarga einum menniskja, men skal tó vera møguleiki hansara, ið ynskir so, at vaksa um livifót sín við at átaka sær starv.