Samrøða
Eilen Anthoniussen
- Eg havi fingið eina giktsjúku, sum plágar meg. Læknin hjá mær í Danmark ráddi mær til at fara til eitt heitt land í eitt tíðarskeið at vera, tí hitin hjálpir uppá sjúkuna, sigur Annbjørn Simonsen.
Hann tók læknan uppá orðið, og leitaði sær til høvuðsstaðin í Filipsoyggjunum, Manilla. Ein sonur hansara er giftur til Filipsoyggjarnar, og er landið tískil ikki fremmant fyri Annbjørn Simonsen. Fyrstu ferð hann vitjaði Filipsoyggjarnar, var í 2007, og stutt fyri jól í fjør legði hann aftur leiðina til Filipsoyggjarnar, hesa ferð við einum vinmanni við á ferðini. Á hesi ferðini búðu teir á gistingarhúsi miðskeiðis í Manilla býi.
- Fyrru ferð, eg var í Manilla, kom eg í samband við ein heimleysan, sum vildi selja mær eitthvørt. Hann æt George, og hann vildi fegin vísa okkum býin. Hann bleiv ein sokallaður vaktarmaður hjá okkum, soleiðis at skilja, at hann ansaði eftir okkum tá vit vóru úti og gingu í býnum. Tað rindaðu vit honum 63 krónur um dagin fyri, greiðir Annbjørn Simonsen frá.
- Tá eg so aftur kom til Manilla í desember, segði eg við onkran tilvildarligan á gøtuni, at eg var í býnum, og at eg fegin vildi koma í samband við George aftur. Tað gingu tveir dagar, so stóð hann uttan fyri gistingarhúsið hjá mær og bíðaði.
Ein metur av osti og 35 fransbreyð
Manilla er næst fólkaríkasti býur á Filipsoyggjunum. Har er fátæksligt, og er samfelagið somuleiðis nógv merkt av harðskapið og korruptión. Uttan fyri gistingarhúsið hjá Annbirni Simonsen, búði ein familja. Hvørt kvøld keypti hann familjuni tvíflísar og vatn við heim, tí tað verður rátt fólki frá at geva fátækum og heimleysum pening. Peningurin verður ofta nýttur til rúsevni í staðin.
- George fortaldi mær, at tey ríku ofta tóku børn inn í síni heim at halda jól. Øll hava sjálvsagt ikki tann møguleikan. Tað eru so óendaliga nógv heimleys har, at tað munar ikki, um nøkur verða tikin inn til eina familju at halda jól. Tað eru framvegis so nógv eftir á gøtuni, sum ikki fáa møguleikan.
Tískil fór Annbjørn Simonsen út at keypa ost og breyð til fátøku grannarnar. Osturin var ein metur til longdar, hann keypti 35 fransbreyð og ein fullan beriposa av víndrúvum.
- Eg tók so ein hýrubil oman til teirra, og fór yvir við matinum. Fleiri teirra hava fastan bústað á gøtuni, hóast tey ikki hava tak yvir høvdið. Tey flokkaðust rundan um meg, men mennirnir syrgdu fyri at bert børnini fingu at eta.
- Tað er ófatiliga hart at síggja, hvussu tey hava tað. Og teirra møguleikar fyri útbúgving eru so smáir. Tey flestu kenna ikki til annað enn heimloysi, og í veruleikanum er tað ótrúligt, at tey yvirliva, sigur Annbjørn Simonsen.
Korruptión og gøtukríggj
Tað eru kinverjar og koreanar, ið stýra størsta partinum av vinnulívinum í býnum. Landið er sera korrupt, fyrst og fremst løgreglan. Løgreglan kann handtaka fólk á gøtuni, og krevja pening aftur fyri at lata ein fara. Tí fer mann í Manilla ikki út uttan at hava nakað av peningi uppi á sær, í fall at løgreglan kemur fram á ein.
- Kríggj millum fólk á gøtuni og løgregluna er ikki óvanligt. Ta einu náttina vórðu 21 løgreglufólk dripin í einum av hesum samanbrestunum, men tað hoyrdist ikki eitt orð um hvussu nógv onnur lótu lív hesa náttina, greiðir Annbjørn Simonsen frá.
Sigoynarin
Annbjørn Simonsen hevur verið búsitandi í Danmark tey seinastu nógvu árini, og hann hevur ferðast nógv í sínum lívi.
- Eg eri kanska nakað av einum sigoynara, heldur hann skemtandi fyri.
- Men Manilla hevur kanska vunnið sær eitt serligt pláss í hjartanum, ásannar hann. Tað er fyrst og fremst fólkinum, hann er fallin fyri, men søgan hjá býnum hevur somuleiðis hansara áhuga. Býurin hevur varðveitt nógv av síni søgu, og eru leivdir frá kolonitíðini framvegis at síggja í býnum.
Hann hevur samband við vinir, hann hitti í Manilla, og hevur ætlanir um at vitjað landið aftur í summar ella á jólum.